Keddur um at siga farvæl

Liðskiparin hjá HB roknar ikki við, at tað fer at broyta stórvegis upp á gongdina, at venjarin nú hevur sagt seg úr starvinum, og hann leggur áherslu á, at hetta ikki var ein loysn, sum leikararnir ynsktu

 

Venjaraskifti


Mánakvøldið um seks-tíðina frættist á heimasíðuni hjá HB, at Ion Gaolgau hevði sagt seg úr starvinum sum venjari hjá besta mansliði felagsins. Meiningarnar um hesa avgerð eru sjálvandi ymiskar, og meðan summi halda hetta vera eitt neyðugt stig, eru onnur, sum helst vildu havt Ion at hildið fram í starvinum, hóast úrslitini hava verið alt annað enn góð seinastu tíðina.

Leikararnir á besta HB-liðnum eru sjálvandi teir, sum fyrst og fremst koma at merkja hetta, og tá vit týsmorgunin tosaðu við liðskiparan, Rúna Nolsøe, var heilt greitt, at hetta so ikki var tann loysnin, sum teir høvdu vónað.

- Eg kann bara siga, at hetta so avgjørt ikki er nakað, sum spælararnir eru glaðir fyri. Ion hevur alla tíðina verið sera væl dámdur okkara millum, og tí harmar tað leikararnar almikið, at hann hevur valt at tikið hetta stigið.

Spurdur, um hetta var nakað, sum leikarahópurin var kunnaður um framman undan, sigur Rúni, at tað vóru teir ikki.

- Eg haldi ikki, at nakar í hópinum hevði ánilsi av, at hetta fór at henda. Vit vórðu kunnaðir mánakvøldið, eftir at hann hevði tikið avgerðina, so tað er ein avgerð, sum Ion hevur tikið einsamallur.


Truplar umstøður

Sæð í ljósinum av úrslitunum í ár, sum í løtuni hava leitt HB niður á eitt søguliga vánaligt sjeynda pláss, sigur liðskiparin, at hetta so ikki er nakað, sum venjarin kann lastast fyri.

- Ion hevur havt ómetaliga truplar umstøður at arbeitt undir í ár. Skaðar og leikbann hvørt oman á annað, hava gjørt, at liðið alla tíðina hevur verið fyri broytingum, og aloftast hevur tað vera av betra endanum, at leikarar eru falnir frá, sigur liðskiparin.

Og at nakað er um tosið, er lítið at ivast í. Eitt nú hava bæði Hans á Lag og Andrew av Fløtum verið skaddir mest sum alt árið. Uni Arge gavst eftir nakrar heilt fáar dystir, og eisini hava Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre, Bárður Mortansson, Bárður Johannesen, Jón Rói Jacobsen og Rúni sjálvur verið skaddir í styttri og longri tíðarbil. Allir hesir eru leikarar, sum vanliga eiga tryggan sess í hópinum.


Broytir lítið

At enda spurdu vit Rúna, um hann heldur, at tað fer at bøta nakað um, at venjarin er givin, nú bert fýra dystir eru eftir at spæla.

- Nei, tað rokni eg sum so ikki við. Ein nýggjur venjari kemur í øllum førum ikki at hava meira fólk at arbeiða við, so liðið verður neyvan nakað sterkari.

- Heldur ikki rokni eg við, at eitt skifti kann hava ta ávirkan, at stríðsviljin ella stemningurin í hópinum verður øðrvísi. Hóast vánaligu úrslitini, so hevur stemningurin í hópinum alla tíðina verið góður, so har er einki at vinna, staðfestir ein keddur liðskipari.

- Eftir mínum tykki vildi tað besta so avgjørt verið, at Ion í øllum førum helt fram kappingarárið á tamb, men nú hetta stigið er tikið, vendst helst ikki aftur í so máta.

Tá vit tosaðu við Rúna, var enn ikki greitt, hvør fór at verða nýggjur venjari hjá HB. Tosað hevur verið um, at fyrrverandi miðvallarstríðsmaðurin, Ingi Rasmussen, skuldi taka yvir, men hetta var so ikki greitt, tá hendan greinin varð skrivað.