Keddur av gongdini og óhumskuni

Í gjár ljóðaði at samband aftur skuldi verða millum partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum stóð tó fyrrapartin í gjár at lesa, at samráðingar bert skuldu verða klokkan 13:00 millum semingsmenn og Starvsmannafelagið.

Hetta visti Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, einki um á middegi í gjár, tí hann sleppur ikki inn til teldu sína í fíggjarmálastýrinum. Men hann hevði hoyrt tíðindi um fundarboðini, men fekk ikki kanna nakað nærri, tí teldan ikki var tøk.

Hann metir annars vera óheppi, at partarnir eru farnir at koma við óhumsku um hvønn annan.

Karsten Hansen vil ikki tvinna semjuna millum Føroya Tele og Starvsmannafelagið saman við samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.

- Tað hevur einki við hvørt annað at gera, sigur Karsten Hansen.

Hann væntar nú, at ein semja fæst millum Starvsmannfelagið og Fíggjarmálastýrið, eftir at bólkur við manning frá báðum pørtum hevur roknað uppá prístalið.

Men Starvsmannafelagið hevur á heimasíðu síni gjørt greitt, at útrokningin kann ikki nýtast til nakað.

- Vit hava gjørt eina avtalu við Starvsmannafelagið um, at vit skuldu rokna uppá prístalið. Teir vildu hava tað, sum tað vísti, í lønarhækking. Teir valdu sín egna lim í bólkin og nú hava teir roknað uppá prístalið, sigur Karsten Hansen.

Men tað kann ikki brúkast, sigur Starvsmannafelagið.

- Teir spurdu, um vit gingu við til at seta bólkin. Tað gingu vit við til. Eg veit ikki hvat teir vilja, men hetta kann blíva ov stuttligt. Vilja teir nakað sum helst, spyr Karsten Hansen.


Teir eru ikki býttir

-Nú gangi eg út frá, at partarnir seta seg saman at tosa um tingini, sum hava við hetta, sum nú er avtalað, at gera. Ikki um, hvat onnur hava avtalað, sigur fíggjarmálaráðharrin, og sipar til avtaluna við Føroya Tele.

- Teir kunnu tað sama tvinna avtaluna hjá Skipara- og Navigatørfelagnum saman við hetta, sum avtaluna hjá Føroya Tele, sigur Karsten Hansen, og vísir á, at tað var ein avtala uppá tvær ferðir 2 %.

Karsten Hansen hevði á middegi í gjár ikki fingið boð um fund, hóast tað ljóðaði, at tað stóð at lesa á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum, at partarnir hittust klokkan 13:00. Hetta hevði Karsten Hansen eisini hoyrt. Tað vísti seg tó seinni, at talan bert var um fund millum semingsmenn og Starvsmannafelagið. Um fíggjarmálaráðharrin eisini fekk hetta at vita er ógreitt. Men greitt er, sambært fíggjarmálaráðharranum, at hann fær ikki fylgt við á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum, tí limir felagsins ikki sleppa honum framat telduni í Fíggjarmálastýrinum.

- Eg havi eingi boð fingið, men eg havi hoyrt um hatta, men tað nyttar ikki at senda mær boð í gjøgnum telduna, tí eg sleppi ikki inn til mína teldu. Tað vildi verið praktiskt, um eg eisini fekk boð, um fundur skal verða, sigur Karsten Hansen við eitt sindur av skemti, og leggur afturat, at alt er heldur undarligt í løtuni.


Keddur av gongdini

Hann sigur seg vera heldur keddan av, at hann ikki sleppur at gera sítt lógliga arbeiði. Karsten Hansen vísir á, at virksemið uttanfyri fíggjarmálastýrið er ólógligt, og vísir á, at hansara støða hevur verið greið alla tíðina; hann vil ikki geva lønarhækkan, ið seinni førir til hópuppsagnir. Men hann heldur tó, at ein eigur at virða, at ein hevur nakrar reglur at ganga eftir.

- Eg góðtaki, at teir hava rætt til at fara í verkfall og seta síni krøv fram, leggur Karsten Hansen dent á.

- Eg fari ikki út og sigi, at teir eru býttir, tí tað meti eg als ikki, men teir seta fram óhumsku um meg og okkum, og tað meti eg er ov langt úti, men eg havi valt ikki at verða fyrstur við tí, sigur Karsten Hansen, sum sigur seg bert ganga eftir einum, og tað er semja. Hann kemur heldur ikki nærri inn á, júst hvat málið um óhumsku snýr seg um. Men nærliggjandi er at hugsa, at hann sipar til heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, har ein "teigur" er, har til ber hjá øllum at skriva heilsanir og viðmerkingar inn á. Um so er, kann tó ikki sigast við vissu, tí landstýrismaðurin hevur jú ikki sæð heimasíðuna.

Karsten Hansen sigur seg trúgva uppá, at nú verður samráðst útfrá núverandi støðu, hóast Starvsmannafelagið ikki sigur seg kunna nýta útrokningina, sum felagsbólkurin er komin við, til nakað. Karsten Hansen vónar, hóast hetta, at semja fæst, men hann vónar at fáa fundarboð aðrar vegir, enn á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum, tí hann sleppur ikki at lesa hana, tí telda hansara stendur handan ein múr av blokaduvaktum úti á Argjum.