Á eldrasambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði hevur í fleiri ár verið gjørt nógv burtur úr at vitja og á ymiskan hátt aktivera tey gomlu, sum búgva á heiminum.
Mariann Hansen, sum nú er í starvi hjá Nánd, ið er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, hevur verið leiðari á Vesturstovu í Fuglafirði.
- Jú, eg haldi, vit av røttum kunnu siga, at her verður nógv gjørt til tess at fjálga um hjá búfólkunum, men tað er ikki bara í Fuglafirði, at gjørt verður burtur úr fyri at fjálga um hjá teimum gomlu.
Mariann Hansen sigur, at vanliga er andakt mánakvøld, og tá er ikki óvanligt, at onkur avvarðandi eru við. Ofta baka tey smákøkur á Vesturstovu um dagin, sum verða bjóðaðar til andaktina og hugnan um kvøldið, tá fólk sita og práta, og onkur setir seg at binda.
- Týskvøld lesur Judith Olsen fyri búfólkunum. Hetta byrjaði sum eitt sjálvboðið arbeiði gjøgnum Reyða Kross, og nú er Judith í starvi hjá Nánd.
Mariann Hansen sigur, at mikukvøld kemur Jóannes S. Hansen, sum nú eisini arbeiðir fyri Nánd, inn á gólvið at spæla, syngja og hugna sær saman við teimum gomlu.
- Hóskvøld plaga kvinnur úr Fuglafirði at koma á vitjan. Tey spæla kort og onnur spøl og sita og práta saman við teimum gomlu, sum altíð eru vælkomin at verða við.
Á Vesturstovu er felags morgunkaffi fríggjamorgun, har búfólk og starvsfólk sita til borðs saman.
- Tað er rættiliga vanligt, at onkur avvarðandi tá eisini støkkur inn á gólvið eina løtu, og so sita fólk og práta eina løtu.
Mariann Hansen sigur, at innanhýsis bingo eisini er nakað, sum summum á Vesturstovu dáma væl, og onkuntíð er fimleikur á skránni.
Barnagarðurin í Fuglafirði er skamt niðan fyri Vesturstovu, og tað er ikki so sjáldan, at stovur vitja niðan á eldrasambýlið eina løtu at heilsa upp á tey gomlu.
- Sum tíðin er liðin, hava børnini so ofta vitjað, at tað eisini kemur fyri, at hesi bara spontant hyggja inn á gólvið, leggur hon aftrat.











