Fyri løtu síðani kom írski poppsangarin Ronan Keating til Føroya. Floglíkindini eru av teimum allarbestu í dag, og tí var eingin trupulleiki hjá flogfarinum úr London at seta seg í Vágum.
Ronan Keating skal spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, men hann er komin til landið í góðari tíð. Í dag og í morgin skal hann taka sær av løttum her í Føroyum, áðrenn hann spælir til ársins størstu poppkonsert á Summar Festivalinum