Keane vil hava Venables

Royn Keane, sum í dag er venjari hjá Sunderland, heldur Terry Venables vera besta boðið upp á ein nýggjan írskan landsliðsvenjara

–Hann hevur hópin av royndum, og kann hann virka til at betra um írskan fótbólt, so hví ikki. Í mínum hugaheimi hevur tað ongan týdning, at hann ikki er íri, sigur Roy Keane.