Keane ávegis til Liverpool

Sambært enskum miðlum, so skrivar Robbie Keane, sum seinastu árini hevur spælt við Tottenham, undir við Liverpool um vikuskiftið

Robbie Keane verður eftir øllum at døma seinni framherjin, sum venjarin Rafael Benitez keypir í summarsteðginum. Í gjár var avtala fingin í lag við 19 ára gamla David N’Gog, sum kemur úr Paris Saint-Germain. Peter Crouch skifti fyrr í mánaðinum til Portsmouth, og Liverpool hevur leitað eftir avloysara síðan.