Enska blaðið The Daily Mail skrivar í dag, at læknarnir hjá Real Madrid kanna venjingarstøðuna hjá Roy Keane, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.
Sáttmálin er bert galdandi komandi seks mánaðirnar, men møguleiki er fyri at leingja sáttmálan í eitt ár, um samstarvið riggar væl.
Roy Keane kann ikki luttaka í Champions League dystunum hjá Real Madrid, av tí at hann longu hevur umboðað Manchester United í evropeisku kappingini. Tí verður hann bert at síggja í heimligu kappingini, har Real Madrid eltir Barcelona og Osasuna. Eingin ivi er tó um, at Real Madrid hevur tørv á einum sterkum manni á miðvøllinum. Spurningurin er síðani, um Roy Keane er rætti maðurin at átaka sær hendan leiklutin.
Fjølmiðlarnir hava verið á tremur við søgum um Roy Keane, síðan hann fekk durafjórðingin í Manchester United, men nú hevur Keane eftir øllum at døma funnið ein nýggjan arbeiðsgevara. Meira verður óivað at frætta um Roy Keane komandi dagarnar.