Enskir miðlar vilja verða við, at írski miðvallarin Roy Keane, sum herfyri bleiv koyrdur í Manchester United, er á veg til italska Fiorentina.
Keane sigst at verða ávegis til Italia og Firenze saman við familjuni. Tey skulu síðani kanna umstøðurnar í Italia, og Keane skal samráðast við italska felagið.
Keldur vilja eisini verða við, at eini 40 feløg hava biðið um at sleppa at tosa við umboðsmannin hjá írska miðvallaranum.









