Fyrrverandi írski landsliðsskiparin, Roy Keane, biður nú landsmenn sínar um at steðga grenjinum um franska málið, sum sendi Írland úr HM-undankappingini. – Teir vóru bangnir fyri at gera arbeiðið liðugt. Teir kunnu grenja so nógv, sum teimum lystir, men tað broytir einki. Frakland er landið, sum skal til HM, og Írland má bara koma víðari. Royndirnar at fáa samkenslu eru bara tær vanligu írsku, og tað keðir meg, sigur Roy Keane.
Tíðindi