Kean er vónbrotin

Eitt stig á heimavølli móti botnliðnum var als ikki nøktandi hjá Blackburn, sum segði venjaran upp í farnu viku. Fyribils venjarin er vónbrotin av úrslitinum

Høvið var upplagt.
Steve Kean, sum fyribils stendur á odda fyri liðnum hjá Blackburn, fekk seg royndan fyri fyrstu ferð, tá West Ham vitjaði á Ewood Park.
Tað var væntað, at Blackburn fór at greiða sína skyldu.
Úrslitið var hinvegin eitt vónbrot. Botnliðið fekk stig.
- Vit eru sera vónbrotnir. Vit komu á odda, og tað var líkt til, at vit skuldu vinna greitt. Vit vinna ikki eitt stig í dag, men vit tapa tvey stig, sigur Steve Kean, sambært enskum miðlum.
Úrslitið var 1-1. Ryan Nelsen legði heimaliðið á odda, tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.
Gael Givet javnaði, tá tólv minuttir restaðu í.
- Nei, úrslitið er ikki nøktandi, sigur Steve Kean.

Uppiborið meira
Avram Grant fekk sítt gjøgnumbrot sum venjari, tá hann tók við sum venjari hjá Chelsea í 2007. Felagið segði samstarvið við José Mourinho upp, tá boð vóru eftir venjaranum úr Ísreal.
Grant og Chelsea taptu Champions League fyri Manchester United, og stutt aftaná var greitt, at hann helt ikki fram.
Grant hevur síðan staðið á odda fyri Portsmouth og West Ham, men úrslitini hava verið lítið nøktandi.
Hann og West Ham eru á botnplássinum í Premier League. Tað er serliga tí, at hann iðrar seg um bara at fáa eitt stig hesaferð.
- Vit spældu okkum fram til eina rúgvu av møguleikum. Eg eri serliga errin av stríðsviljanum hesaferð. Vit hava fleiri trupulleikar við skaðum og øðrum, og tað var lítið sum bendi á, at vit skuldu fáa stig. Vit vóru hinvegin betri enn Blackburn, sigur Grant, sambært enskum miðlum.

Uttan Allardyce
Tað kom óvart á, at Sam Allardyce varð uppsagdur sum venjari hjá Blackburn í farnu viku.
Hann hevði frálíkt úrslit at vísa á, tá leiðslan brádliga gav honum fótin.
Allardyce vísir á, at hann vann Blackburn úr botnstríðnum í fjør.
- Tað breyt í bæði borð, tá eg tók við starvinum, og nú hevur liðið vunnið sær fastalegu í miðbólkinum á stigatalvuni. Vit tóku fleiri neyðug tøk, men minnið er oftast stutt í fótbólti, greiddi hann frá í vikuni.
Venjaraskiftið hjá Blackburn riggaði ikki í fyrstu syftu, hóast uppgávan, sambært stigatalvuni, kundi ikki vera lættari.