Stemningurin er ikki so góður umborð á Ternuni, har um 40 fólk sita og bíða eftir at sleppa í land á Nólsoy.
Tað sigur Høgni Poulsen, ið er ein teirra, ið situr umborð, og sum var á veg heim til Nólsoyar.
Sum skilst er tað Strandferðslan, ið hevur tikið avgerð um ikki at koyra rampuna niður, soleiðis at ferðafólkini ikki sleppa í land, eftir at nólsoyingar í dag hava mótmælt, at Ternan verður fyribils tikin úr sigling um Nólsoyarfjørð aftur.
Skiparin situr á brúnni, og tey umborð hava onga kunning fingið, sigur Høgni Poulsen, men leggur aftat, at restin av manningini er blíð og ger sum best við at ganga teimum ferðandi til handa.
Høgni Poulsen sigur, at nøkur av børnunum umborð eru bangin, men at fólkini hava fingið súpan frá landi, og støðan sum heild er góð.
Tað hevur ikki eydnast at fingið viðmerking frá Hilmari Eliasen, stjóra á Strandferðsluni.










