Keðiligu hendingarnar vóru í luftini

- Eftir tvær miseydnaðar royndir at lenda, noyddust vit til Bergen. Dagin eftir flugu vit aftur tveir tímar yvir Føroyum, áðrenn tað eydnaðist at lenda, sigur Rósing Lydersen.

 

Rósing Lydersen, sum siglir við Magnusi Heinasyni, keypir ikki jólagávur, tí tær tekur konan sær av, sigur hann brosandi.

Men, hvar hevur sjómaðurin hildið jól í ár?

- Eg havi hildið jól heima saman við konu, okkara trimum synum og abba-og ommudóttrini.

Rósing Lydersen sigur, at jólaaftan varð hildin við góðum mati, gás, dunnu og øllum góðum tilhoyri. Omaná var rísingreytur og mandlugáva.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- Tað var eitt satt upplivilsi, tá konan og eg vóru í Kroatia á páskum í nakrar dagar.

Og hvat er tað keðiigasta?

- Tað man nokk vera í summar, tá konan og eg saman við nógvum øðrum ferðandi komu úr feriu av Mallorka.

Rósing Lydersen vísir á, at tað var nógvur mjørki í Føroyum, og eftir tvær miseydnaðar royndir at lenda, noyddust tey til Bergen at gista fyri náttina.

- Dagin eftir flugu vit aftur tveir tímar yvir Føroyum, áðrenn tað eydnaðist at lenda. Hetta var nokso keðiligt, sigur hann.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Vit eiga øll at vera góð við hvønn annan og vísa hvørjum kærleika. Jólini eru familjuhugni, og mest av øllum halda vit jól, tí okkum er ein frelsari føddur, sigur Rósing Lydersen.