Fýra vinmenn vóru farnir tíðliga oman á Summarfestival hóskvøldið. Teir vóru farnir oman at hyggja eftir steypafinaluni millum KÍ og AB.
Dreingirnir eru ikki í iva um, hvat teir eru spentast til á Summarfestivalinum.
- Tað er uttan iva Páll Finnur Páll, sigur Jóannes Bjartalíð úr Klaksvík, meðan hinir svara samtykkjandi til.
- Teir eru veldigir. Teir duga væl at undirhalda, sigur Jákup Petersen, sum saman við Gunnar viðoy Staksá og Samson Rodmund Samson er av Viðareiði.
Tað eru tó ikki bara teir í Páll Finnur Páll, sum teir fýra vinmenninir eru áhugaðir at hoyra.
- Grandma's Basement eru eisini mega kulir. Teir eru ordiliga stuttligir og hava teir bestu sangirnar. Faktist haldi eg, at teir minni nógv um Páll Finnur Páll, sigur Gunnar.
- Eitt, sum tó er keðiligt í ár, er, at tað ikki verða nakrir Dynamitt, sum koma at enda festivalin, sigur Samson.