TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.
Trygvi Mortensen upplivdi sínar menn tapa 0-2 ímóti HB í Gundadali í Havn, har bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Serliga málið, sum Martin Bergvold skoraði tíðliga í dystinum var ein vátur vøttur at fáa, og seinni í fyrra hálvleiki førdi eitt verjumistak til, at Símun Samuelsen kundi skora til 2-0.
Trygvi Mortensen heldur tó, at hansara menn stríddust væl, og avrikið í seinna hálvleiki var góðkent. Nú ætla teir í 07 Vestur sær stig á heimavølli ímóti Suðringum í komandi umfari.









