Keðiligt tap

– Fyrsta málið tók luftina úr okkum, hóast vit í hálvleikinum høvdu tosað um, at tað ráddi um at fáa hildið tætt ta fyrstu løtuna, segði málverjin, Gunnar Nielsen, tá hann var komin undan brúsuni.
– Kanska blivu summir hjá okk­um eitt sindur troyttir ímóti end­anum, men tað var eitt sindur óneyð­ugt, at vit skuldu standa við hes­um tapinum. Sum málmaður føldi eg tað, sum at vit vóru meira trýst­ir ímóti Svøríki, enn nú ímóti Írlandi, so tí er tað keðiligt at tapa 4-1.
Gunnar hevur bara sáttmála við Manchester City henda mánaðin út, og longu í sambandi við Svøríkisdystin var greitt, at fleiri feløg vóru og hugdu at evnaríka málverjanum, og so var eisini í gjárkvøldið. Og sjálvt um hann í gjárkvøldið mátti fýra ferðir í málið eftir bóltinum, er hann framvegis vera áhugaverdur. Tó vil hann ikki seta navn á, hvør tað er, sum vísir áhuga:
– Eg fari ikki at nevna nøkur feløg, tí tað vildi verið eitt sindur ótaktiskt av mær. Men eg kann siga so mikið, at talan er bæði um donsk feløg, onnur norðurlendsk feløg, onkur feløg í Onglandi og so okkurt annað aftrat. Tað tekur eitt sindur av tíð at fáa hetta avgreitt, men eg vóni, at eg havi fingið víst meg væl fram hesar dystirnar, so onkur sáttmáli kemur burturúr, sigur hann.