Eftir at tað er komið fram í ljósmála, at strandingar vóru offur fyri einum dómaramistakið, sum ? kanska ? kostaði teimum eitt stig, hevur nýggja føroyska dómarafelagið viðgjørt málið.
Og niðurstøðan hjá felagnum er sera greið. Boðini eru, at Dómarafelagið hevur ásannað, at talan hevur verið um eitt sera óheppið mistak, og at talan er um skeivan dóm.
Hinvegin sigur felagið seg ikki vilja leggja seg út í nakað kjak um, hvat víðari skal henda í málinum. Tann bólturin liggur hjá Hondbóltssambandinum, eru greiður boðini frá dómarafelagnum, eftir at teir høvdu viðgjørt spurningin hósmorgunin.