Keðiligt mál

Sær sjálvum so líkt, so var Jákup Mikkelsen skjótur at átaka sær ábyrgdina fyri írska brotssparki. Men hann helt eisini, at vit skjótt ikki hava tol at bíða eftir næsta stóra úrslitinum

Lagið var einki serligt á Jákupi Mikkelsen, tá vit eftir dystin fingu orð á hann.
Óhepni leikluturin við írska leiðslumálið nívdi sjálvandi málverjan meira enn nakað annað, og honum so líkt, so var hann eisini skjótur at átaka sær ábyrgdina fyri hetta.
- Bólturin verður spældur innum, og eg eri á veg eftir honum. Eg ivist tó eina løtu, og tá eg so kortini fari út, er ov seint. Tá skuldi eg kanska heldur staðið og bíðað, men tað er jú lætt at siga, nú dysturin er av, helt hann.
Men ert tú samdur, tá sagt verður, Elliot spældi upp á brotssparkið í hasi støðuni?
- Tað eri eg. Men tað skal hann eisini gera í hasi støðuni.

Ov nógv »næstan«
Annars var hesin dysturin avgjørt ikki ein av teimum, har Jákup hevur havt mest at gera. Fyri steðgin var talan um onkra hendinga skotroynd, og so sjálvandi returin, sum Elliot smekkaði langt uppum.
Sum Henrik Larsen segði, so tóktist tað tó, sum vóru okkara spælarar ikki heilt uppi í snúningum, tá farið varð í holt við seinna hálvleik, og málverjin var als ikki ósamdur í hesum.
- Soleiðis upplivdi eg tað eisini. Fyri steðgin koyrir annars alt júst so, sum tað skal. Heðin er enntá sera nær við at skora, so vit kundu eins væl verið á odda tá. Men onkursvegna, so fella vit nakað niður beint eftir steðgin. Og tað er eitt sindur irriterandi.
- Tað tykist, sum blívur tað bara við at vera næstan hjá okkum. Og nú eru vit av álvara farnir at leingjast eftir einum stórum úrsliti aftur, helt Jákup Mikkelsen at enda.