Keðiligt í Aalborg

Danskir fjølmiðlar skriva, at superligadysturin ímillum AaB og Esbjerg í Aalborg sunnudagin var nakað av tí keðiligasta, sum hevur verið at sæð í superliguni í langa tíð. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Jeep Curth fyri AaB seks minuttir fyri leiklok. Hvørgin av teimum føroysku spælarunum hjá AaB vóru við í dystinum. Jón Rói Jacobsen er skaddur, og Súni Olsen varð við landsliðnum, sum spældi venjingardyst í Póllandi.