Keðiliga gongdin heldur fram

Mærsk Supply Service hevur aftur boðað frá halli.

Í fjørsummar ruku áleið 500 fólk úr arbeiðshópinum á stuðulsførum hjá Mærsk, harav fleiri føroyingar, men líkt er til, at sparitiltøkini og uppsagnarumfarið neyvan er av enn.

 

Les eisini: Føroyingar millum teir uppsøgdu

 


Táverandi stjórin fyri Mærsk Supply, Jørn Madsen, segði marknaðin ongantíð hava verið so illa fyri sum júst tá, og tískil varð eisini neyðugt at taka fleiri skip úr flotanum. Tá almannakunngjørdi Mærsk Supply eitt hall upp á 108 milliónir krónur fyri seinna ársfjórðing.

 

Í ár er sama skil, og hevur aftur almannakunngjørt eitt hall í roknskapinum fyri sama ársfjórðing – hesuferð á 177 milliónir krónur.

 

Sambært Mærsk er høvuðsorsøkin til vánaligu gongdina, at fleiri skipasáttmálar vórðu gjørdir meðan oljuprísirnir vóru høgir og virksemi var fallandi. Tískil fær Mærsk í næstum handa fleiri frálandaskip, sum einki arbeiði hava.

 

Hóast Mærsk Line boðaði frá einum avlopi á slakar tvær milliardir, hevur A. P. Møller – Mærsk samtakið eitt hall upp á góða hálvaaðru milliard.