Solberg heilsøla er millum handilsfólk ein væl kend fyritøka, sum veitir vørur til flestu gerandisvøruhandlar í Føroyum.
Millum størstu vørumerkini hjá Solberg heilsølu eru heimskend merkir sum duracell battaríir, osram perur, gillette rakiútgerð og elworks eL-útgerð til húsarhald.
Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at Solberg heilsøla fer at halda fram sum áður við somu staðseting og starvsfólkum.
- Tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælumtóktu heilsøluna frá Henrik Solberg, sigur hann.
Eigarin av KBH sigur seg fegnast um møguleikan at veksa um KBI-samtakið og leggur aftrat, at Solberg heilsøla er millum sínar vinnukundar kend fyri at veita eina góða tænastu.
- Soleiðis verður eisini framyvir, sigur Karl Birgir Isaksen.
Henrik Solberg, sum nú hevur selt sítt lívsverk, er sera fegin um, at Solberg fer at halda fram sum áður. Hann er eisini fegin um, at starvsfólkini nú kunnu halda fram í KBI-samtakinum.
Tað er Janus Rein frá LEKS Advokatfirma, sum hevur staðið fyri søluarbeiðnum fyri eigaran.











