KBH skal dagføra hølir í Tofta skúla

Í morgun varð nýggjur arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifyritøkuna, KBH.

Helgi Johannessen undirskrivaði vegna KBH, og Súni í Hjøllum undirskrivaði vegna Nes kommunu.

Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla.

 

- Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur, og nýggj tónleikahøli eru gjørd.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Her vísa tey á, at í summar bað kommunan eisini um tilboð frá fleiri veitarum um at endurnýggja og umbyggja hølini til alis- og evnafrøði í skúlanum.

 

Nú hevur býráðið so samtykt at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH at gera hetta arbeiðið, sum ætlandi fer í gongd í  næstum.

 

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum partarnar.

 

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði vegna KBH.

 

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur projekterað, og hon fer eisini at hava eftirlitið við arbeiðnum fyri Nes kommunu.

 

Helgi Johannessen undirskrivaði vegna KBH, og Súni í Hjøllum undirskrivaði vegna Nes kommunu.