Nógv virksemi hevur verið á Toftum seinastu árini, har tey veruliga merkja positivu avleiðingarnar av fólkavøsktrinum og góðu búskaparligu tíðunum.
Fyri nøkrum vikum síðan bleiv farið undir at gera klárt til nýggja íbúðarøkið har Bústaðir skal byggj tvær íbúðareindir við 18 íbúðum, men eisini á vinnuliga økinum eru sjónlig framstig at síggja.
Tað seinasta er, at byggivirkið KBH í gjár reisti eina nýggja høll á Toftum. Høllin er reist beint norðanfyri teirra verandi høll við Rætt, skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.
- Høllin, sum er 560 fermetrar til støddar, er bygd upp við gittarsperrum og ein tjalddúkur verður spentur uttan yvir. Høllin fer at verða nýtt sum goymslu- og arbeiðshøll, verður upplýst á nes.fo.
Upplýst verður, at byggivirkið KBH bleiv stovnað í 1999. Umleið 30 starvsfólk eru í fyritøkuni og síðan hon byrjaði eru 20 timburmenn útlærdir hjá KBH.