BYGGIVINNA
Byggivirkið KBH á Toftum hevur í løtuni 22 fólk í starvi, harav seks lærlingar. Tað eru brøðurnir, Helgi og Benn Johannesen, sum eiga hvør sína helvt av felagnum. Bókstavirnir KBH standa fyri Karl, Benn og Helgi. Karl er pápi Benn og Helga, og hann arbeiddi í nógv ár sum byggimeistari. Nú er tað so synirnir báðir, sum reka byggifyritøkuna víðari.
Helgi Johannesen, sum er byggifrøðingur, er stjóri í felagnum, og hann tekur sær mest av umsitingarligum uppgávum, meðan Benn meiri starvast sum sum byggileiðari. Við tað, at Helgi er byggifrøðingur, ger felagið eisini nakað av projekteringsarbeiði, og tað er ein stórur fyrimunur, at slíkur førleiki er innanfelags.
Tveir barnagarðar
KBH hevur gjørt nógv stór byggiarbeiði, men felagið tekur sær eisini av smærri uppgávum og fyrifallandi umvælingararbeiði.
- Í løtuni eru vit í holt við barnagarðin í Miðvági. Betongarbeiði var gjørt, áðrenn vit komu vestur. Men tá innilokingararbeiði varð boðið út, fingu vit hesa uppgávu. Síðan varð eisini innanduraarbeiði boðið út, og tað arbeiði fingu eisini eisini.
Helgi sigur, at barnagarðurin í Miðvági er rættiliga stórur – heilar 2000 fermetrar tilsamans, og hann skal takast í nýtslu eftir summarfrítíðina.
- Sama er við barnagarðinum, sum nú verður bygdur á Svangaskarði á Toftum. Her hevur eisini annar arbeiðstakari gjørt jørð-og betongarbeiði, og nú skulu vit so gera timburarbeiði og gera barnagarðin lidnan.
Hann vísir á, at byggingin er komin har til, at betongelementini
nú skulu leggjast á gólvið millum hæddirnar, og síðan verður farið undir sjálvt timburarbeiði.
- Onkur stova skal takast í nýtslu í august, og síðan skal alt arbeiði avhendast í oktober, sigur Helgi Johannesen.
Íbúðir í Runavík
Ein onnur stór verkætlan, sum KBH er partur av, er byggingin av íbúðum í Runavík.
- Verkætlanin snýr seg í fyrsta lagi um tilsamans 18 íbúðir, harav tær fyrstu 10 júst eru lidnar og avhendaðar. Lendisarbeiði til tær næstu 8 íbúðirnar, sum eisini eru seldar, er byrjað, og vit eru byrjaðir at stoypa. Hesar íbúðirnar skulu standa lidnar næsta summar, sigur hann.
Helgi Johannesen vísir á, at umframt hesi arbeiði, hevur byggifyritøkan í løtuni tvey sethús at smíða, umframt eina rúgvu av ymiskum umvælingararbeiði og øðrum.
Stjórin endurtekur, at KBH soleiðis ger bæði stórt og smátt – alt frá betongarbeiði, til timbur-og snikkaraarbeiði.