Kavrotin stórhvalur í Dali

Fleiri nøkrum døgum síðani kom ótespuligur gestir rekandi við streyminum inn í mølina í Dali og har hevur hann ligið síðani. Talan er um ein deyðan stórhval, helst ein avgust, halda tey í Dali.

Men hann hevur verið deyður leingi, tí hann er kavrotin.

Í Dali stúra tey fyri, at hann fer at lukta rættiliga illa, sum frálíður og tí hava tey verið í sambandi við Vaktar og Bjargingartænastuna um at fáa hann sleipaðan út aftur á streymasjógv so at hann kann verða fyribeindur.