Formaðurin í Javnaðarflokkinum var rættiliga avgjørdur, tá hann í fjør staðfesti, at hjá teimum kemur tað ikki upp á tal at fara í samgongu við Fólkaflokkin. Og hann tykist í øllum førum at hava fullan stuðul frá Rigmor Dam, sum eisini situr á tingi fyri Javnaðarflokkin.
Eftir sendingina “Dulda sølan av fólksins ogn”, sum Kringvarpið sendi í kvøld, hevur Rigmor Dam í øllum førum eina rættiliga kontanta meining um føroyskan fiskivinnupolitikk.
“Hetta kavklinkandi rotna vanvitið eigur at verða steðgað alt fyri eitt. Fólkaflokkurin hevur umsitið fiskivinnumál í 20 ár, og skal fyri alt í verðini setast uttan fyri alla ávirkan eftir valgið!”, ljóðar boðskapurin hjá Rigmor Dam á Facebook-vanganum.
Sendingin var triði og seinasti parturin í dokumentar-røðini hjá Kringvarpinum um fiskivinnu, og hon kann síggjast HER