Tað komu ikki fleiri lutir upp av Jólaskipinum, enn teir, sum funnir vórðu mikudagin. Hósdagin vóru ikki líkindi hjá kavarunum at fara niður, og nú eru teir farnir aftur til Danmarkar.
Eftir góða úrslitið mikudagin var við góðum treysti farið avstað aftur hósdagin at royna at fáa fleiri lutir upp.
Veðrið var eisini gott, og streymurin ikki harðnaður meira enn so, at væl hevði borið til at farið niður. Men aldan var í hægra lagi, og kavararnir gjørdu av at avlýsa. Tað er nevniliga ikki heilt vandaleyst at kava á stórum dýpi í høgari aldu. Tað er sera tungt at koma uppaftur, og teir taka eingi óráð fyri, tá um lív og heilsu ræður.
Tá Tíðindablaðið Sosialurin hevði Dragaberg, sum virkar sum støð hjá teimum í Fugloyarfirði, í telefonini seinnapartin hósdagin, vóru teir í ferð við at rigga av. Boyur, standarar, fortøjningar og tílíkt skuldi fáast til hús aftur.
Seinni seinnapartin var samkoma í Hvannasundi, har kavaraliðið hevur hildið til, meðan teir hava verið her. Hóskvøldið var samkoma í Havn fyri teimum, sum við hava verið.
Verkætlanin hevur kostað einar 200.000,- krónur, er upplýst. Um roynt verður aftur seinni, er púra óvist. Men er onkur, sum hevur hug at lata pening til eina nýggja roynd, er ikki óvist, at hugurin hjá kavarunum er til staðar, skiltist á onkrum av luttakarunum í Fugloyarfirði mikudagin.










