Køld luft streymar enn inn yvir Føroyar av norðri, men lýggjari luft kemur sum frá líður inn yvir Føroyar av vestri. Mánadáttina fer eitt brúgvalag framvið Føroyum av vestri og síðani kemur aftur kaldarli luft við ælum. Hósnáttina gevur ein hátrýstsryggur støðugari veður eitt bil, áðrenn nýggj brúgvaløg við regni og vindi koma inn yvir oyggjarnar av vestri.
Sunnudagin verður fleyr av útnyrðingi og vestri, undir 5 m/s, men seinnapartin snarar hann í ein útsynningi og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar og hitin fer upp í 4 til 7 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, yvirhøvur skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður turt og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 3 og 6 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin aftur og tað verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Enn ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava, og hitin millum 1 og 5 stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar nakað. Yvirhøvur skýggjað við regni ella vátaslettingi, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið makar hann vindin niður í lot til andøvsgul og snarar út á náttina í ein útsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað, men turt og hitin frá beint undir frostmarkinum upp í 5 hitastig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn av vestri. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í løtum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig.