Kavin verður ikki liggjandi

Tó at tað fer at kava í dag og í morgin, er sannlíkt at alt er burtur aftur sunnudagin, tá tað verður upp í átta hitastig aftur.

Køld luft streymar niður yvir Føroyar av norðri, men frá sunnudegnum fer lýggjari luft sum frá líður at streyma inn yvir Føroyar av vestri. Eftir vikuskiftið fara nýggj brúgvaløg at førka seg móti Føroyum av útsynningi.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, eitt bil upp í skrið, 18 m/s, men um kvøldið makar hann vindin nakað. Okkurt kavaælið, serliga fyrrapartin, men sum frá líður sólglottar. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt kavaælið og hitin millum 5 kuldastig og 2 hitastig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein vestan og útnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaælið og hitin millum frostmarkið og 5 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaælið og hitin millum trý kuldastig og fimm hitastig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingur, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning. Turt og sum frá líður sólglottar og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á náttina regn og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyrst regn, síðani yvirhøvur turt og hitin um 8 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og einkult æli. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið og hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Okkurt ælið og kanska sólglottar. Hitin milum 2 og 7 stig.