Kavin verður liggjandi í dag

- Ætlar tú tær út at skreiða, so er tað í dag tað skal vera

Tað er ikki hvønn dag, at vit føroyingar njóta stórkava longur. 

 

Summi halda, at tað var meira vanligt fyrr. Onnur halda, at tað er alt akkurát sum tað plagar. 

 

Hvussu er og ikki, so kunnu vit helst øll nikka ja til, at vit ikki hava havt stórvegis møguleikar í ár at spæla okkum úti í kavanum. 

 

Men nú er møguleikin, tí veðurstovnurnar boða frá, at hann sigur um frostmarkið í dag og fram til í morgin fyrrapart, tá ið hitin aftur veksur. 

 

Í morgin fer kavin tí at bráðna, og tað fer at regna seinnapartin. 

 

 

Síðani fer hitin ikki aftur niðurum frostmarkið teir komandi dagarnar. 

 

Hevur tú myndir, har tú og tíni spæla í kavanum, so ert tú vælkomin at senda okkum tað á teldupost post(at)sosialurin.fo ella sum boð á Facebooksíðuni "in.fo".