Eitt lágtrýst í ein landnyrðing norðan úr Føroyum fer í ein landnyrðing móti Lofoten. Í dag liggur kaldari luft við vetrarælum yvir Føroyum av útnyrðingi. Í morgin fer eitt lítið lágtrýst yvir Íslandi móti eystri, beint norðan fyri Føroyar og síðani fylgir ein veikur hátrýstsryggur eftir. Hósdagin og fríggjadagin nærkast eitt djúpt lágtrýst okkum og brúgvaløg haðani koma inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri.
Veðrið í dag
Lot til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin lækkar í ein útsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Um náttina hækkar hann í ein norðan og útnyrðing og minkar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl, men seinnapartin samregn, vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig til 3 hitastig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt, í nátt skýggjað og kanska regn í støðum. Hitin millum 2 og 6 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið snarar í ein vestan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, um náttina av norðri. Skýggjað og regn ella vátaslettingur í løtum, um náttina slítur í. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, móti kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn ella vátaslettingur, um náttina yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.