Kavin verður ikki drúgvur

Tey, sum ætla sær út at spæla sær í nógva kavanum, mugu skunda sær, tí kavin verður ikki drúgvur.

Veðurmenninir boðaðu frá einum baldrutum vikuskiftið, og sum vit skrivaðu fyrr í dag á Portalinum, so liggur alt landið undir kava, sum ávirkar ferðsluna.

Sambært veðurfrásagnunum, so lækkar hann niður í vestan móti morgni, og hitin kemur heilt upp í seks heitastig í morgin. Tað merkir helst, at kavin er burtur.

Men týsdagin hækkar hann aftur upp í landnyrðing við vátaslettingi ella kavaælingi.