- Vit hava bert verið á grønum vølli tríggjar ferðir, síðani vit byrjaðu at venja 20. januar, sigur venjarin hjá KÍ, Kurt Mørkøre.
- Men enn venja vit fyri tað mesta kondi, og tá bilar ikki, um kavin liggur, greiðir Kurt frá.
Kommunan gjørt alt teir kunnu
Men í vikuskiftinum hevði kommunan lænt eina maskinu frá Landsverkfrøðinginum, sum blæsir kavan burtur. Og hon bleiv nýtt til at rudda umleið hálvan vøllin.
- Kommunan hevur gjørt alt tað, teir kunnu, sigur Heri Ellingsgaard, nevndarlimur í KÍ. Allir hugsaðir møguleikar hava verið umrøddir. Men vandin fyri at oyðileggja graslíki er stórur, og er kavin tí sloppin at liggja, greiðir Heri frá. - Hetta er so sera stórar mongdir av kava, sum talan er um, hevði ivaleyst fylt eini tvey ? trý hundrað bingjur.
- Vit kunnu ikki bert rudda kavan av vøllinum, tá hann er so nógvur. Vit mugu eisini hava onkrastaðni at koyra hann, heldur Heri fram.
- Tað var so hugaligt leygarmorgunin at síggja at kavin var minkaður so frætt, at tað kundi loysa seg at læna eina maskinu frá Landsverkfrøðinginum, sigur Heri Ellingsgaard. Men longu aftur sunnumorgunin var eitt hvítt kavalak á vøllinum.
Klaksvíkskappingin avlýst
Farna vikuskiftið skuldi so Klaksvíkskappingin verið, men vegna allan kavan, so bleiv hon avlýst. Eisini undan umførini til kappingina um Løgmanssteypið vórðu avlýst. So ikki kann annað sigast enn, at kavin ger sanniliga sítt til at fótbólturin hevur eina stirvna byrjan í ár.
Venja kortini úti
Hóast alt hetta, so hava KÍ-leikararnir, sum sagt, vant á vøllinum.
- Vit vóru á vøllinum í gjárkvøldið, sigur Kurt Mørkøre.
- Tað var trupult at venja, tí vøllurin var frystur, so menn gliðu illa, men til bar kortini.
- Vit hava spælt tveir venjingardystir, og komandi hóskvøld skulu vit út til Runavíkar at spæla ein venjingardyst móti NSÍ, sigur venjarin hjá KÍ at enda.










