Kavin spældi landskappingini eitt puss

Hondbóltur: Tað kann vísa seg at gerast trupult at fáa teir tríggjar útsettu dystirnar frá kavavikuskiftinum avgreiddar

Stórkavi var um alt landið um vikuskiftið, og tað rakti eisini landskappingina í hondbólti. Av teimum seks dystunum, ið skuldu spælast í endaspælinum hjá kvinnum og monnum, vórðu bert tríggir avgreiddir ? tveir í mansdeildini og ein í kvinnudeildini.

Dysturin millum Kyndil og oddaliðið VÍF í Havn, sum skuldi spælast sunnudagin, varð útsettur, ivaleyst eisini orsakað av, at áskoðarainntøkurnar ikki høvdu verið so stórar, sum tær annars kundu verið, um veðrið hevði verið betri.

Tveir dystir í kvinnudeildini vórðu útsettir ? báðir skuldu verið spældir í Havn (Neistin-GÍ leygardagin og Kyndil-Stjørnan sunnudagin).

Tað hevur ikki eydnast at fingið uppspurt, nær dystirnir verða spældir, men teir mugu spælast eina ferð mitt í viku. Ein trupulleiki er, at fólkatingsval verður í morgin, so tá kann høllin á Hálsi ikki brúkast. Ein annar møguleiki er sjálvandi Gundadalshøllin, men tað er lítið sannlíkt, at feløgini eru hugað fyri at spæla landskappingardystir har. Tað er eisini torført at ímynda sær ein landskappingardyst millum Kyndil og VÍF uttan áskoðarar...

Annars eru bert trý vikuskifti áðrenn seinasta umfar í landskappingini tann 28. mars, og væntandi vil HSF hava dystirnar avgreiddar áðrenn tað tíð.