Sveinur Poulsen
Tann nógvi kavin var orsøkin til stórar ferðslutrupulleikar um vikuskifti.
Fríggjadagin vóru ikki færri enn seks ferðsluóhapp, og Súni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur, at kavin var orsøkin til tey øll.
Tað sær út til at fólk hava stórar trupulleikar, tá kavin kemur og tað gerst hált á vegunum, og sigast má at hesaferð kom kavin í ólukkumát.
Leygardagin var hinvegin einki ferðsluóhapp. Kunngjørt varð bæði á ein og annan hátt, at tað ikki var ráðiligt, at fara út í bili, og tað hava fólk óivað tikið til eftirtektar.
Tað var tó ein trupulleiki hetta vikuskifti, at fólk, høvdu sett bilarnar frá sær sum best bar til.
Hetta gjørdi, at tað nógvastaðni var sera trongligt og vanfamikið
Skalvalopini
Nøkur skalvalop vóru um vikuskiftið, og eisini har var løgreglan í myndini.
Fríggjakvøldið leyp ein skalvur í Vestmanna.
Tá kannað varð eftir, vísti tað seg, at bert helmingurin av skalvinum var farin á rull, og restin stóð hóttandi eftir.
Heitt var tí á fólk, sum búði har vandi var fyri at tað leyp, um at flyta úr húsunum.
Á midnátt týskvøldið metti løgreglan, at tað enn var vandi fyri lopum, og tí eru fólkini inni á Fjørð í Vestmanna ikki farin aftur til hús enn.
Suni Vinther sigur annars, at tað sær út til at hesin skalvurin er minkaður, hóast mesti kuldi annars er máldur á Høgareyni við Vestmanna.
Leygardagin var so tað mikla skalvalopið í Fuglafirði. Fráboðað var, sambært Suna Vinther, klokkan 14.53.
Sunnudagin var eitt skalvalop í Norðasta Horni í Havn.
Løgreglan var á staðnum og sá at børnini spældu beint undir har skalvurin lá.
Hetta kundi gerast vandamikið, og tí heitti løgreglan, um sjónvarp og við hátalaravognum, á børn og foreldur um at verða varin og ikki fara ov nær. Tí liggur ein undir, so er stórur vandi á ferð.