Tað verður skiftandi veður komandi dagarnar. Restina av degnum í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, og kanska okkurt æli. Hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, okkurt æli, men partvís kavi. Hitin millum tvey og fimm stig.
Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og regn, seinni ælingur. Hitin millum tvey og fimm stig.
Sunnudagin verður lot av ymsum ættum og turt, men seinnapartin strúkur í vindi av norði og ælingur, partvís kavi. Mánadagin strúkur í vindi av norði og kavaælingur. Hitalagið millum frostmarkið og fýra stig.
Eitt lágtrýst, 990 hPa. yvir Íslandi fer norðureftir og dýpist. Komandi nátt stendur eitt stormlágtrýst við Jan Mayen mestsum í stað og kuldabrúgvin til havið eystanfyri Føroyar fer spakuliga eystureftir.