Ein hátrýstsryggur, sum liggur yvir Bretsku Oyggjunum og Føroyum fer ein í eystan, meðan eitt lágtrýst fer inn yvir Ísland av útsynningi. Brúgvaløg við regni haðani nærkast Føroyum av útsynningi og fara spakuliga framvið okkum seint seinnapartin í dag.
Í morginárini dýpist eitt nýtt lágtrýst í brúgvalagnum í ein landsynningi úr Føroyum og fer í ein norðan. Tað fer spakuliga framvið beint eystan fyri okkum seint fríggjadagin. Lágtrýst liggur í stað um vikuskiftið norðan fyri Føroyar og gevur óstøðugt veður við skiftandi regni og vindi av vestri.
Síðani fer lágtrýstið í ein sunnan og fer aftur fram við Føroyum, áðrenn eitt kalt rák av eystri tekur við sær okkurt kavaælið inn yvir landið.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 7 til 12 m/s. Hóskvøldið snarar hann í ein vestan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, út á náttina makar hann aftur vindin í eitt lítið lot og snarar í ein útsynningi, 2 til 5 m/s. Samdrigið og regn og hitin millum 6 og 8 stig. Í kvøld og í nátt yvirhøvur turt og eitt skifti klárar í. Hitin millum 2 og 6 stig.
Í morgin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein vestan. Skýggjað og regn, í støðum vátaslettingur. Um náttina klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 4 til 9 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Hann makar vindin í eitt lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sum frá líður frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 7 til 12 m/s. Fyrst skýggjað og stundum regn, sum frá líður samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 6 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sólglottar og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 4 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig, í støðum enn kaldari.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s, um náttina av landnyrðingi. Samdrigið og sólglottar og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 og 4 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.