Kavin gevur Atla vetrarfrí

Í morgin hevði FC Roskilde annars ein heimadyst á skránni, men vøllurin á Roskilde Idrætspark er kavaklæddur og tað ber tískil ikki til at spæla fótbólt har.

Atli Danielsen spældi heldur ikki farna vikuskifti, tí tá var klaksvíkingurin leikbannaður.

 

Ein annar dystur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini varð eisini útsettur í dag, tá Hobro og Skive heldur ikki fingu spælt vegna kava á vøllinum.

FC Roskilde liggur, nú liðið fer í vetrarfrí, á níggjunda plássi við 19 stigum.