IRF boðar frá, at allir húsarhaldsposar, ið eiga at verða heintaðir í dag, verða, um tað viðrar, heintaðir í morgin, hósdagin, ístaðin. IRF tekur sær av innsavningini í øllum Føroyum uttan í Tórshavnar kommunu.
Talan er um hesar bygdir:
- Strendur, Innan Glyvur, Skála, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík.
- Viðareiði, Hvannasund, Depil, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður
Eisini verða posarnir í Oyndafirði væntandi heintaðir í morgin, hósdagin.
Ein treyt fyri, at innsavnararnir hjá IRF kunnu taka posarnar er, at tað er grivið frammanfyri ruskíløtunum og út til vegin. IRF heitir tí á stovnar, fyritøkur, virkir og handlar um at grava frá ruskíløtum út á vegin.
- Roknast kann annars við seinkingum og broytingum í innsavningini hjá IRF, meðan hált og kavi er, skrivar IRF.