Kavin bjóðar fótbóltinum av

Fýra dystir í Effo-deildini vera seinnapartin

Hetta er ein av fáu sunnudøgunum í fótbóltsárinum, at eingin fótbóltur í fremstu deildini er í Gundadali. B36 skal í dag spæla í Trongisvági, og HB skal spæla í Runavík.

 

Í Sarpugerði í Gøtu hittast Víkingur, sum er meistari, og KÍ, sum er steypavinnari.

Í Streymnesi bresta uppflytararnir í EB/Streymi og 07 Vestur saman.

 

Tað er kalt, og tað kavar í morgun. Veðurforsøgnin sigur, at tað verður kalt, og at tað verður avfall – viðhvørt verður tað vátaslettingur og kavi.

 

Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

NSÍ-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

EB/Streymur-07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 16.00

TB/FCS/Royn-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 14.30

Í gjár

Skála-ÍF 0-0

 

Støðan

Víkingur 10 stig

TB/FCS/Royn 9 stig

KÍ og HB 6 stig

ÍF 5 stig

B36 og EB/Streymur 4 stig

NSÍ, Skála og 07 Vestur 3 stig

ÍF og Skáa hava spælt fimm dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir