Skráin sigur, at allir fimm dystirnir í fimta umfari í næstbestu fótbóltsdeildini vera seinnapartin ídag.
Soleiðis verður tað tó ikki. Tað er greitt, at í hvussu so er tveir dystir eru útsettir. Klokkan 16 skuldi EB/Streymur vera gestur hjá KÍ, og B71 skuldi klokkan 16.30 vera gestur hjá Skála.
Men tað er framvegis so mikið av kava í Klaksvík og undir Mýruhjalla, at tað ber ikki til at spæla fótbólt.
Sum tað sæst á myndini, so er vestari partur av vøllinum í Klaksvík grønur. Teir grava, men tað er framvegis væl av kava á eystaru hálvuni, og tað er eisini nógvur kavi á Skála:
-Allir dystirnir, sum skuldu vera á Skála í dag, eru avlýstir, tí tað er kavi á vøllinum og frost í vøllinum, siga teir á Skála.
Bæði HB og B36 eiga heimavøll í dag. Í Gundadali eru tað ikki trupulleikar av kava. HB fær klokkan 14 vitjan av FC Suðuroy, sum í morgun kom norður við Smyrli, og klokkan 18 fær B36 vitjan av NSÍ. Fimti dysturin verður á Argjum, har AB klokkan 15 fær vitjan av Víkingi.