Kavin argar Premier League

Bara tveir av dystinum, ið skuldu spælast í dag, verða spældir. Hvørki Arsenal, Liverpool ella Newcastle sleppa á vøllin í dag vegna kava. Sum skilst á enskum miðlum, so er spælandi á øllum leikvøllinum kring landi, men tað eru viðurskiftini kring leikvøllirnar, ið eru orsøkin til at dystirnir eru útsettir. Nógvi kavin ger tað hættisligt hjá viðhaldsfólkunum at ferðast og tryggleikin er ikki í hásæti. Tí hava mynduleikarnir saman við avvarandi hjá feløgunum í fleiri førum valt at avlýsa.

 

Eisini tveir dystir í morgin eru útsettir har annar er oddabrakið millum Chelsea og Manchester United. Hin er millum Blackpool og Tottenham. Hetta er aðru ferð, at Blackpool og Manchester United ikki sleppa á vøllin fyri kava. Fyri kortum var dysturin millum júst hesi bæði liðini eisini útsettur tí spælandi var ikki í Blackpool.

 

Premier League um vikuskiftið:

 

Í dag:

Sunderland ? Bolton

Arsenal ? Stoke (útsett)

Birmingham ? Newcastle (Útsett)

Blackburn ? West Ham

Wigan ? Aston Villa (Útsett)

Liverpool ? Fulham (Útsett)

 

Í morgin:

West Bromwich ? Wolves

Blackpool ? Tottenham (Útsett)

Manchester United ? Chelsea (Útsett)