Kavin argar fótbóltin

Tvær grannauppgerðir eru í dag, tá ið Víkingur vitjar í Klaksvík, og NSÍ vitjar á Skála

Tveir teir síðstu dystirnir í 2. umfari í fótbóltinum eru á skránni seinnapartin í dag.

 

Talan er um tvær grannauppgerðir. Leirvíkingar og gøtumenn skulu undir fjørðin til Klaksvíkar, og NSÍ skal yvir um fjørðin at stríðast ímóti Skála í kommunuuppgerðini í Runavíkar kommunu.

 

Fitt av kava er niðurkomin í morgun. Sum myndin, ið óføri ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum Jákup Ósá hevur tikið í morgun, vísir, so er vøllurin á Eiðinum í Klaksvík avkavaður. Tað verður sagt frá, at sólin fer at kaga undan seinnapartin, men spurningurin er, um tað fer at bera til at spæla í Klaksvík.

 

- Talan er um vátakava, og hann svinnur skjótt, tá ið sólin kemur undan. Í løtuni eru líkindini ikki nakað serlig, men vit rokna framvegis við møguleikanum, at tað fer at bera til at spæla, sigur KÍ formaðurin Tummas Lervig.

 

Klokkan 12.30 skulu kvinnurnar hjá KÍ og AB spæla í Klaksvík.

 

Støðan er eitt sindur frægari á Skála, men tað er greitt, at um líkindini ikki verða betri seinnapartin, enn tey eru í morgun, so er sannlíkið lítið fyri, at tað verður spælt í dag.

 

Fyribils verður tó roknað við, at fyrsta bríkslið verður klokkan 15 bæði á Skála og í Klaksvík.

 

KÍ-Víkingur: Dagfinn Forná klokkan 15.00

 

Skála-NSÍ: Rúni Gaardbo klokkan 14.00