Kavin argar fótbóltin

Løgmanssteypið: Enn er tað ikki avrátt, nær teir seks útsettu dystirnir skulu avgreiðast

Higartil í ár hava fótbóltsvenjarar og spælarar fegnast um, at tað hevur borið til at vant, uttan til kavin hevur gjørt ónáðir. Men í vikuskiftinum turkaði kavafonnin tárini, hvíttaði línið og legði sína køldu hond á kappingina um løgmanssteypið.

Kavin var so mikið nógvur, at allir seks dystirnir í kappingini um vórðu avlýstir.

Eingin avgerð er enn tikin um, nær útsettu dystirnir skulu spælast. Tað er kanska torført at taka nakra avgerð, tá tað ikki er greitt, hvussu leingi kavin verður liggjandi.

Sambært skránni áttu hesir dystir at verið spældir í vikuskiftinum: Sumba?KÍ, VB?NSÍ, B36?B71, ÍF?B68, GÍ?HB og TB?FS Vágar. Teir tríggjar dystirnar í Suðuroy ber tað ikki til at avgreiða mitt í viku. Hinar tríggjar dystirnar hevði tað ivaleyst borið til at spælt mitt í viku.

Sum sagt so er einki avgjørt, men vit kundu ímynda okkum, at smávegis broytingar kundu borið við sær, at útsettu dystirnir kundu fingist frá hondini, soleiðis at bólkaumfarið verður liðugt spælt páskaaftan. NSÍ og KÍ skuldu bæði spælt í Suðuroy í vikuskiftinum. Hesi liðini skulu sambært skránni hittast í Runavík komandi sunnudag samstundis sum Sumba og VB skulu spæla í Sumba. Ein møguleiki er, at KÍ og NSÍ komandi leygardag fara til Suðuroyar, og at dystirnir millum NSÍ og KÍ og Sumba og VB verða avgreiddir mitt í viku.

Men nú fáa vit at síggja, hvussu leingi kavin verður liggjandi, og hvat FSF fer at spæla út við.