Eftir ætlan skuldu fimm dystir í næstbestu donsku deildini spælast í dag, men nógvi kavin kring landið hevur havt við sær, at fleiri dystir eru útsettir. Trý feløg hava boðað frá, at heimadystir teirra ikki kunnu spælast vegna kava.
Longu í gjárkvøldið varð roknað út, at FC Roskilde og FC Fredericia ikki fáa spælt í dag. Venjarin hjá FC Roskilde segði við heimasíðuna bold.dk, at tað lá næstan ein hálvur metur av kava á leikvøllinum hjá teimum.
Í morgun eru so eisini dystirnir HB Køge – Vendsyssel FF og FC Helsingør – Skive vorðnir útsettir vegna kava. Tað merkir, at føroyingarnir í Vendsyssel FF mugu bíða við at fáa møguleikan at endurvinna sær oddasessin.