Kavi og stormur um vikuskiftið

Køld luft við ælaveðri streymar móti Føroyum av útnyrðingi, men í nátt fer eitt brúgvalag við regni og síðani mildari veðri framvið. Fríggjadagin og um vikuskfiftið fer aftur nakað kaldari luft við vátaslettingi og kavaælum at streyma inn yvir oyggjarnar av vestri og útnyrðingi.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Okkurt vátaslettings- ella kavaæl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum eitt og fimm stig. Í kvøld snarar hann vindin í ein útsynningi og øtlar í nátt upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og sum frá líður regn av vestri. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Hósdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og eitt sindur av regni, um náttina klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina fellur hann niður í 2 til 5 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís við heglingi ella vátaslettingi, og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina eitt bil upp í skrið, 18 m/s, annars makar hann vindin út á morgunin. Nógv vátaslettings- og kavaæl, og hitin millum tvey kuldastig og trý hitastig.

 

Leygardagin makar hann vindin niður í fleyr til gul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum tó aftur øtlar upp í gul til stívt andøvsgul av vestri út á kvøldið, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í tvey kuldastig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum frostmarkið og fimm hitastig. Mánanáttina øtlar hann vindin upp í hvassan vind til storm av suðri og útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum heilt upp í hvassan storm, um 25 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri. Hitin upp í 8 stig.

 

Mánadagin verður hvassur vindur upp í skrið av suðri og útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í hvassan storm, um 25 m/s, sum snarar í ein vestan og makar niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Fyrrapartin verður regn, men sum frá líður klárar í, tó okkurt ælið. Hitin fellur til millum 4 og 8 stig, um náttina niður í 2 stig.