Kavi í dag, stormur í morgin

DMI væntar ringt veður í morgin.

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum minkar til andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Kavaæl av og á, men stundum sól. Hitin millum frostmarkið og trý kuldastig. Leygarkvøldið gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, og okkurt kavaæli. Sunnunáttina lot til andøvsgul av útnyrðingi, ið snarar í ein landsynning, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað. Hitin millum frostmarkið og trý kuldastig, onkustaðni niður í fimm kuldastig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum veksur til hvassan vind, 15 til 20 metrar um sekundið. Skýggjað og síðani nakað av avfallið, fyrst sum vátakavi ella kavi, men seinni sum regn. Hitin veksur til millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og veksur til strið ella storm, 18 til 23 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 1 og 5 stig.