Tað hevur kavað illa á Eysturlandinum í Íslandi, og bilar, sum koma til Seydisfjarðar við Norrønu í dag, kunnu fáa trupulleikar við at sleppa niðaná. Jónas Hallgrímsson hjá ferðaskrivstovuni Austfari á Seydisfirði sigur við Morgunblaðið, at bilarnir, sum koma við Norrønu í dag, hava summardekk, og hjá teimum verður torført at sleppa niðan um Fjarðarheiði, sum er millum Seydisfjørð og Egilsstaðir.
Hann leggur afturat, at tey, sum eru við Norrønu hendan túrin, hava fingið at vita, hvussu veður- og koyrilíkindini eru á Eysturlandinum.
Tað var illveður á Eysturlandinum í gjárkvøldið og í nátt við nógvum vindi og kavaroki, og tað gjørdi, at fleiri vegir vórðu stongdir fyri ferðslu. Í morgun sleit í, men veðurmenninir siga frá bæði kulda og kava seinni í vikuni.
Kavin og kuldin gera ilt verri, tí øskurokið darvar eisini ferðsluni summastaðni.