Kavi í Danmark

Tað hevur kavað rættiliga illa í pørtum av Jyllandi í nátt og í morgun, og kavin hevur darvað ferðsluna nógv. Nógvir bileigarar hava ringt eftir hjálpartænastuni Falck, tí teir hava staðið fastir ella eru farnir útav.

Onnur hava havt tørv á hjálp til at fáa bilin í gongd, tí tað hevur verið rættiliga kalt í nátt. Nógvastaðni fóru mátararnir niður um 10 kuldastig, og kaldast var á Roskilde-leiðini, har tað frysti 12,4 stig.

Danska veðurstovan sigur, at flestu danir kunnu vænta at fáa í hvussu er eitt sindur av kava hesa vikuna.