Kavi í Bosnia

Tað var ein hvíttklæddur býur, sum beyð føroyska landsliðnum góðan morgun, tá komið varð undan dýnunum fríggjamorgunin.

Veðrið á ferðini hevur sveiggjað nærum eins nógv, sum tað annars bara kann gera í Føroyum, og sólkskinið og tey 20 hitastigini fyrsta dagin, vórðu hósdagin avloyst av oysandi regni. Í dag er tað so kavin, sum ger um seg, og tað hevur millum annað havt við sær, at venjingin hjá føroyska liðnum varð avl!st. Hetta tí tær standa sum fyrsta liðið á tímatalvuni, og venjararnir hildu ikki, at tað loysti seg at fara at koyra nakra harða venjing undir slíkum umstøðum.
                      Og eftir at vera purraðar út til morgunmatin klokkan 6.45, tóktist tað á ongan hátt vera nakað, sum irriteraði føroysku kvinnurnar, tá tær fingu at vita, at tær bara skuldu nýta teir báðar næstu tímarnar til at taka sær av løttum.