Allir okkara spælarar í donsku Superliguni, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst, Ari Mohr Jónsson og René Shaki Joensen sótu uttanfyri um vikuskiftið.
AaB tók á heimvølli móti donsku meistarunum, FC Nordsjælland. Dysturin var bara 19 minuttir gamal, tá dómarin valdi at avblása dystin vegna kava. Hallur Hansson byrjaði ikki inni.
Silkeborg var á vitjan hjá Randers, sum vann 1-0. Christian L. Holst og Ari Mohr Jónsson sótu báðir á bonkinum allan dystin.
René Shaki Joensen er framvegis skaddur. Brøndby spældi 1-1 móti FC Midtjylland, sum hevur føroyska Sonna Ragnar Nattestad í felagnum.
Sostatt fekk ongin føroyskur spælari nakran minutt á vøllinum í hesum umfarinum í Superliguni.